Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Heldur ikki í dag eydnaðist tað Champions League silvurvinnarunum Tottenham Hotspur at fáa trý stig til høldar.

Spurs var á vitjan hjá Everton, sum javnaði til endaliga úrslitið 1-1 við máli langt inni í yvirtíðini.

Hetta hendi, eftir at Dele Alli hevði lagt Spurs á odda 1-0 í 63. minutti.

Mest umrødda hendingin í dystinum var, tá Son Heung-min fekk reyða kortið í 79. minutti fyri eina harðliga takling, ið meiddi Everton leikaran Andre Gomes somikið nógv, at hann mátti berast av vøllinum á børu.

Gomes hevði tá ligið á vøllinum við nógvari pínu í fleiri minuttir, og vóru bæði Everton og Spurs leikarar, harímillum Son sjálvur, týðiliga skelkaðir av hendingini.

Tottenham liggur eftir javnleikin í dag á 11. plássi við 13 stigum.

Everton liggur á 17. plássi við 11 stigum.

Cenk Tosun skjey útjavnandi málið hjá Everton í 97. minutti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo