Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Politikkur

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um rognkelsi, settur Poul Michelsen, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu mong livandi rognkelsi hava alifyritøkur í Føroyum innflutt úr Íslandi í sambandi við áhaldandi arbeiðið at basa laksalúsini?

2. Hvaðani í Íslandi stava rognkelsini, ið eru innflutt?

3. Eru innfluttu rognkelsini fongd við VHS - virusi, sum er funnið í Breiðafirði í Íslandi?

4. Um svarið er játtandi til spurning 4: Hvussu umfatandi er smittan, og hvørji stig eru tikin at avmarka smittuútbreiðslu?

5. Um svarið er noktandi til spurning 4: Hvat verður gjørt fyri at minka um vandan fyri, at nevnda virus kemur higar umvegis innfluttan livandi fisk?

6. Kann nevnda virus, um illa veit við, berast til villan fisk um okkara leiðir umvegis innfluttu rognkelsini.

7. Hvat verður gjørt fyri at stimbra møguleikarnar at fiska og ala egin føroysk rognkelsi at basa laksalús við?

Viðmerkingar: Um dagarnar kom fram, at vandamikla VHS - virusið er funnið í íslendskum rognkelsum. Við tað at rognkelsi úr Íslandi eru innflutt higar í bardaganum at basa alsamt vaksandi laksalúsatrupulleikunum í alivinnuni, er áhugavert at frætta, hvussu støðan hesum viðvíkjandi er hjá
okkum.

Vitandi um, at rognkelsi eru undir Føroyum, og at tað liggur væl fyri at fiska tey, er eisini áhugavert at frætta, um arbeitt verður við at fiska og ala okkara egnu rognkelsi til sama endamál.

Á Løgtingi, 28 oktober 2015
Bjørn Kalsø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo