Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Tann bretska stjórnin vendur blinda eyga til, hvussu meint tey fátæku í Stórabretlandi eru rakt av herðingunum á vælferðarøkinum.

Tað sigur serligi ST-sendimaðurin, Philip Alston professari, sum hevur vitjað fleiri bretskar stórbýir fyri við egnum eygum at síggja, hvussu tey fátæku hava tað í Stórabretlandi, skrivar DR.DK.

Ferðin runt umkring hevur avdúkað, at fólk liva í "elendigheit", sjálvt um Stórabretland er eitt av ríkastu londunum í heiminum, skrivar Alston.

Professarin vísur millum annað á, at 1,5 milliónir bretar síðsta ár vóru trongstaddir. Tað vil siga, at teir livdu fyri minni enn 70 pund (587 krónur) um vikuna ella máttu klára seg uttan grundleggjandi tørv sum bústað, mat, hita ella klæðir, skrivar BBC.

Avbjóðingin verður ikki tikin í álvara av teimum ráðandi, stendur í frágreiðingini.

- Stjórnin hevur verið og er í eini støðu av avnoktan, verður skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo