Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Nærvarp

Marin Bláberg, skúlastjóri, helt flaggrøðuna í Vestmanna í ár.

Nærvarpsmenninir í Vestmanna, Pauli Magnussen og Páll Hellu, hava aftur verið úti við mikrofonini.

Sendingin hesaferð hevur røður sum vórðu hildnar flaggdagin og 1. mai. Harumframt er tónleikur at hoyra.

Trýst á svarta bjálkan undir myndini omanfyri - ytst til vinstru, har sum pílurin plagdi at vera.

1. mai á Reyða Torginum í Vestmanna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo