Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Nærvarp

Nærvarpið í Vestmanna bjóðar hesuferð uppá prát við hondbóltsvenjaran, Fredrik Wollan.

Eisini greiða møðgurnar Fríða og Birna Egholm frá einum túri í Dominikanska Lýðveldinum, har Birna var AFS næmingur fyri nøkrum árum síðani. Og Rakul í Gerðinum lesur úr stuttsøguni Perlupetur eftir Heðin Brú.

Sjálvandi er alt sum vænt kryddað við góðum tónleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo