Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Nærvarp

Barnakór syngur tá Vestmannadagarnir verða settir.

Nærvarpið í Vestmanna leggur aftur til brots við práti við ymisk fólk, serliga frá Vestmannadøgunum sum vóru tíðliga í heyst.

Millum annað er prát um fornminnisfelagið, um listarmannin Jack Kampmann sum búði í Vestmanna í fleiri ár og so verður sjálvandi eisini prát um hondbólt á skránni.

Pauli Magnussen og Páll Hellu gera sendingina.

Jens Ivan í Gerðinum frá fornminnisfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo