Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Nærvarp

Hoyr Rakul Davis úr Vestmanna greiða frá spennandi lívinum í USA, har hon búði í nógv ár. Millum annað greiðir hon frá, hvussu hon upplivdi at sita í einum ferðamannaflogfari 11.september 2001, og hvussu hon hevur upplivað fleiri melduródnir. Í tí eina førinum var streymurin burtur í tríggjar vikur.

Eisini er prát við Evald Haldansen, sum misti pápan á sjónum, tá hann var fýra ára gamal. Evald fór 21 ára gamal til Gønlands við báti sínum at rógva út.

Pauli Magnussen, Páll Hellu og Símun Olsen gera sendingina.

Lurta við at trýsta á pílin í svarta bjálkanum undir myndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo