Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Nærvarp

Hesaferð hevur lokala útvarpsstøðin í Vestmanna prátað við tveir vestmenningar sum búgva hinumegin 'tann stóra hylin': Hanus Jóannesarson sum býr í Brasilia við konu og barni og Silju Rógvadóttir sum býr í Las Vegas í USA.

Hoyr millum annað Hanus greiða frá, tá hann mundi blivið álopin av eini eitrandi slangu uttanfyri húsini. Og hoyr Silju greiða frá lívinum í heimsins størsta spælibýi, har hon arbeiðir sum ergoterapeut.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo