Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Tvøroyrar kommuna: Tvøroyrar Býráð viðgerð í kvøld staðseting av nýggjum skúla. Í dag húsast Tvøroyrar skúli í tveimum bygningum – einum í miðbýnum á Tvøroyri og einum í Trongisvági. Komið er nú hartil, at býráðið vil taka avgerð um at staseta nýggjan skúla.

Í nógv ár hava skiftandi býráð viðgjørt spurningin um nýggjan skúla. Staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági, men undanfarna býráð ynskti at kanna møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um- og nýbygging kundi nýtast til framtíðar skúla. Longu á sumri 2014 fekk kommunan uppskot frá Páll Holm Lave arkitekti, ið varð biðjin um at gera uppgávuna. Tað vísti seg, at tað bar væl til at út- og umbyggja skúlan á Tvøroyri. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleikanum og borgarunum á Tvøroyri.

Undanfarna býráð valdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er man komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til hvar nýggjur skúli skal staðsetast. Møguleikin er til staðar bæði í Trongisvági og á Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo