Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Mítt tastatur

Teir báðir blaðstjórarnir á Sosialinum vassa alsamt longur út í tí, sum meira og meira líkist størstu fjølmiðlaavrætting í Føroya søgu í nýggjari tíð.

Í staðin fyri at koma við eini treytaleysari umbering til tingmannin, Bjarna Hammer, kemur Sosialurin í dag út við einari útgávu, sum ber prísin.

Her roynir blaðstjórnin við hond og fót at verja sína fatalu avgerð um at melda ting- og løgreglumannin, og síðani heingja hann út fyri almenninginum.

Tað er nærmast tragikomiskt at lesa dagsins útgávu av Sosialinum, har tað á forsíðuni undir yvirskriftini stendur:

“Tí meldaðu vit Bjarna Hammer”, og í undiryvirskriftini verður fylgt soleiðis upp:

“Okkara hægsta raðfesting var at verja keldurnar. Vit hava við ein sera valdsmiklan persón at gera, og óvissa var um, hvussu hann fór at reagera og brúka sína valdsstøðu. Tí var mett best at lata løgregluna fáa málið, so at keldurnar harvið fingu bestu verjuna, sum samfelagið kann veita teimum," sigur blaðstjórnin á Sosialinum.

Hetta má vera vánaligast konstrueraða undanførsla fyri egin mistøk, sum hevur staðið at lesa í einum føroyskum fjølmiðili í eitt mannaminni.

Sosialurin vil "verja" eina keldu, sum tey sjálvi hava lokkað til at ringja til Bjarna Hammer, og harvið lagt eina beinleiðis fellu fyri, tí “....óvissa var um, hvussu hann fór at reagera og brúka sína valdsstøðu. Tí var mett best at lata løgregluna fáa málið, so at keldurnar harvið fingu bestu verjuna, sum samfelagið kann bjóða.”

Nei, vita tit nú hvat?

Jú, tað vita vit væl!

Sosialurin og tess blaðstjórar eru nú vassaðir so langt út í egna mykju, at har stendur neyvan nøkur bjarging fyri framman uttan so, at teir koma við eini treytaleysari umbering fyri at hava karaktermyrt løgtingsmann.

Sum kunnugt hevur statsadvokaturin í dag boðað Bjarna Hammer frá, at hann eingi prógv hevur ímóti honum, og tí ikki ger meira við málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo