Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Formaður floksins hevur staðið á odda fyri Sjálvstýri í 3 ár, og hevur hann hesa tíðina saman við lokalfeløgum floksins megnað at sett fokus á loysnir á m.a. umhvørvisøkinum, bústaðarøkinum, útlendingaøkinum, familjuøkinum og ferðavinnuøkinum.

Hetta eru politisk mál, ið ávirka allar Føroyar og ikki bert partar av okkara samfelag.

Tað sum er alneyðugt fyri flokkin nú, er at halda áfram við tí konstruktiva arbeiðinum sum vit hava sett í gongd, og at halda fokus á løgtingsvalið sum liggur fyri framman.

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag er ein aktivur partur av hesum arbeiði, og vit hava álit á at formaður floksins, Jógvan Skorheim, megnar at standa á odda fyri politikki floksins, soleiðis at flokkurin fær góðan uppbaking til komandi val.

Vegna Eysturoyar Sjálvstýrisfelag,
Bárður Kass Nielsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo