Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Kommunufelagið søkir eftir fulltrúa at byrja 1. januar 2020, ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Sum fulltrúi í Kommunufelagnum kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum innan nógv ymisk øki.

Tú skalt ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommunustarvsfólki í almennum spurningum og ivamálum, og umboða Kommunufelagið í arbeiðsbólkum og nevndum.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skalt kunna arbeiða undir ávísum trýsti og uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Sum starvsfólk í Kommunufelagnum verður tú partur av einum fakliga dyggum og livandi umhvørvi, har tú bæði fært møguleika at menna tínar førleikar, og at seta títt fakliga fingramerki á ein kommunalan geira í stórari menning.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur útbúgving á master- ella bachelorstigi, til dømis innan samfelagsbúskap ella stjórnmálafrøði við góðum innliti í búskaparfrøði.

Harumframt vænta vit at:

•    Tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum

•    Tú hevur ein góðan penn á føroyskum, og megnar at samskifta torgreiddar spurdómar á greiðum máli munnliga og skrivliga; og at tú hevur virðing fyri og vilja til at samstarva og samskifta við politisku skipanina

•    Tú hevur politiskt tev og evni at geva títt uppbyggjandi íkast í ymiskum samanhangum, har partarnir hava ymisk áhugamál

•    Tað er umráðandi, at tú hóskar inn í starvsfólkahópin í Kommunufelagnum, at tú hevur  góð samstarvsevni, er samstarvsfús/ur og hevur førleika og vilja til at síggja og fremja skilagóðar loysnir

•    Samstundis skalt tú megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og vera framtakshugað/ur

•    Royndir frá líknandi størvum eru ein fyrimunur, men eingin treyt.

Lønartreytir- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvsstaður er í Kommunuhúsinum í Tórshavn.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á teldupostadressu: eydunc@kf.fo

Umsóknin skal vera Kommunufelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. nov. 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Samband
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á telefon 282480.

Upplýsingar um Kommunufelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kf.fo

Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum. Starvsfólkini í Kommunufelagnum ráðgeva og vegleiða kommunupolitikarum og kommustarvsfólki í almennum spurningum og ivamálum, og umboða kommunurnar í arbeiðsbólkum og nevndum.

Kommunufelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommununala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo