Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Um Skúlan
Skúlin á Fløtum fatar um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn t.e. Eindin á Frælsinum, Eindin á Landavegnum, sum er sertilboðið í 4. -10. fl., Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Eindin í Fr. Petersens gøtu, Eindin á Argjavegi. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Skúlanum á Fløtum.

Í Skúlanum á Fløtum ganga 775 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki, umframt serflokkin.

Ætlanin er, at skúlin frá 2020 eisini fer at fevna um forskúla. Í skúlanum starvast 63 lærarar í føstum starvi, umframt lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, námsfrøðingar, skrivstovufólk, reingerðarfólk, húsavørðar o.o.

Virðisgrundarlag skúlans byggir m.a. á víðskygni og fjølbroytni við denti á fakliga styrki og kreativu-/musisku lærugreinirnar, har øll luttaka virkið og samvitskufult í einum jaligum skúlaumhvørvi við bestu lærutilgongdum hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Skúlin hevur skipað fyri og luttikið í fleiri undirvísingarligum átøkum og verkætlanum sum tónleikatilboðnum, Litir í Leiki, fótbóltsflokki í 8. og 9. flokki og hevur verið royndarskúli fyri skúlalæruskipanina “Vitanet”. Skúlin hevur eisini lagt stóran dent á talgilding í undirvísingini, har grundleggjandi amboð, bøkur o.a. í stóran mun eru ella fara at verða talgild.

Nýggjur skúli
Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er umleið 11.600 m2, og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla. Hølisliga skal skúlin rúma fjølbroyttum virksemi innan fólkaskúla, frítíðarskúla og innan mentan og ítrótt. Innskúlingin, ið fevnir um forskúla og 1. – 3. flokk, og frítíðarskúlin fara at húsast í somu hølum við javnbjóðis samstarvi millum leiðslu skúlans og leiðaran í frítíðarskúlanum. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil og góðar umstøður til handaverk og list. Skúlin verður granni við nýggja Musikkskúlan og Glasir og fer at hava eitt spennandi og víðfevnt uttandura øki, ið eisini er ætlað at virka sum ein savnandi miðdepil fyri býarpartin.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum skúlastjóri skalt mynda nýggja skúlan og halda fram við tilgongdini at samansjóða starvsfólk og næmingar. Skúlastjórin skal eisini taka lut í byggiviðgerðini í nýggja skúlanum við atliti at undirvísingarskipan, innrætting, innbúgvi og amboðum og leggja námsfrøðiligu kós skúlans.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Høvuðsuppgávurnar eru:

• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd

• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at lærarar og onnur starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt

• at skipa fyri fíggjar-, rakstrar- og málstýring skúlans

Samstarvspartar í Tórshavnar kommunu
Stjórin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina, umframt við aðrar deildir sum húsaumsiting, fíggjardeild, KT-deild, starvsfólkadeild v.m.

Sum partur av fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu er skúlastjórin eisini við í skúlaleiðarabólkinum og samstarvar við hinar fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Skúlaleiðararnir eiga í felag at virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi sum heild og at menna samstarvið við frítíðarskúlar, Gigni, Sernám, sosialu deild og SSP.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt leiðsluroyndir. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving og skulu skúlaleiðarar sbrt. § 55.a, stk. 1 í fólkaskúlalógini antin hava ella taka eina góðkenda leiðsluútbúgving.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

• góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl

• vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

• áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

• góðan málførleika, serliga í føroyskum

• førleika innan rakstur, verkætlanarstýring og at raðfesta avmarkað tilfeingi

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum á Fløtum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 40.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 49.653,06 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. august 2017 og er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2017.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: mmr(at)mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra, tlf. 555045.

Upplýsingar viðvíkjandi skúlaviðurskiftunum í Tórshavnar kommunu kunnu setast mentamálaleiðaranum Sigurð Ó. Vang , tlf. 213923.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann