Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Politiið kannar eitt mál um stuldur frá búfólki á Boðanesheiminum í Havn.

Eitt starvsfólk hevur játtað at hava stolið pengar av kontu hjá einum búfólki. Talan skal vera um eina upphædd á umleið 10.000 kr sum er tikin í fleiri umførum við at brúka gjaldskort hjá búfólkinum. Pengarnir eru brúktir til at keypa spøl og tænastur á netinum.

Í onkrum føri er viðkomandi blivin uppdagaður, og hevur so goldið peningin aftur.

Heri Andreassen, leiðari av kriminaldeildini hjá politinum, sigur við VP, at kanningararbeiðið snýr seg millum annað um, hvussu nógvum fólkum, stolið er frá, og hvussu stórar upphæddirnar eru. 

Leiðslan á Boðanesheiminum, sum er størsta røktarheimið í Tórshavnar kommunu, váttar fyri VP, at viðkomandi ikki arbeiðir har meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo