Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvs­fólki til HR-deildina hjá Atlantic Airways til at dagføra innanhýsis mannagongdir og politikkir, umframt taka sær av fyrisitingarligum upp­gávum á øllum HR-økinum hjá felagnum og øðrum HR-arbeiði.

Tað verður tín uppgáva, saman við HR-leiðaranum, at…  
• dagføra, viðgera, skipa og seta í verk nýggjar innan­hýsis mannagongdir
• arbeiða við innanhýsis kunning og samskifti
• samskipa, ráðgeva og góðskutryggja tilgong­d­ina í sambandi við starvsetanir
• skráseta og dagføra starvsfólkaupplýsingar í nýggja HR-skipan
• taka tær av ymiskum øðrum fyrifallandi HR-upp­gávum

Um teg:
• Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
• Tú dugir væl at samskifta, ert stinn/ur í føroyskum og dugir væl at orða teg lætt
• Tú dugir væl við fólki, ert dámlig/-ur og fyri­komandi
• Tú ert ágrýtin, arbeiðssom/-samur og fyrikomandi  
• Tín styrki liggur serliga í fyrisitingarligum arbeiði
• Royndir frá HR-arbeiði fyrimunur, men ikki eitt krav.

Um starvið:
HR-deildin fer í næstum undir at dagføra og seta í verk skráseting av starvs­fólka­upp­lýsing­um í tal­gilda HR-skipan. Okkum tørvar ein persón, ið sam­an við HR-leiðaranum, kann standa á odda fyri hesum arbeiðinum. HR-deildin hevur ábyrgd av øllum starvsfólka- og setanarviðurskiftum og eisini øllum mannagongdum í sambandi við starvsfólka­­umsiting.

Atlantic Airways er eitt stórt arbeiðspláss við nógv­um ymiskum fakbólkum, ið samstarva uppá tvørs av øllum deildum. Tí er av stórum týdningi, at tú dugir væl at samstarva við ymsar fakbólkar.

Setan:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskriv­stovu okkara í Vága Floghavn.

Vilt tú vita meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Elina Sigvard­sen, starvsfólkaleiðara, á tlf. 21 37 02 ella við telduposti á elin@atlantic.fo 

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@atlantic.fo í seinasta lagi 10. juli 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

UM OKKUM
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastu­sinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvs­bólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa trygg­leika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutu­net við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.  

Les meira á heimasíðu okkara atlantic.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo