Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir fólki at arbeiða í svimjihøllini í Sørvági nakrar tímar um vikuna, tá ið almenn svimjing er.

Eisini verður søkt eftir føstum avloysarum.

Opið er leygardag kl.15.00-20.00 og sunnumorgun kl.08.00-10.00.

Tú fert m.a. at

• standa fyri trygdini í hylinum

• avgreiða kundar

Førleikar tínir

• tú skalt duga væl at svimja og kunna standa lívbjargararoyndina. Fyrimunur er, at tú hevur staðið lívbjargaraskeið

Annars bjóðar Sørvágs kommuna starvssettum tey kravdu skeiðini.

Tú skalt eisini

• vera fyrikomandi, samstarvshugað/ur og vísa arbeiðssemi

• hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum

• kunna arbeiða sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Hug at søkja?
Send eina umsókn við avritum av møguligum prógvum á sorvag(at)sorvag.fo sum skjótast ella í seinasta lagi 20. juni 2019 klokkan 12.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær á skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu, tlf. 363200 ella á sorvag@sorvag.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo