Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í grein á Vágaportalinum týsdagin 12. september 2017 undir yvirskriftini “KvF - nepotismunar háborg” leggur Ólavur í Beiti Kringvarp Føroya undir nepotismu í sínum starvsfólkapolitikki.

Víst verður á, at nógv av starvsfólkunum í Kringvarpinum eru í familju ella í parlagi.

Heilt ítøkiliga verður í greinini róð framundir, at vinar- og familjubond hava verið avgerðandi í starvssetanum.

Kringvarp Føroya er undirlagdur starvsfólkapolitikk landsins, har tað eru greiðar ásetingar um starvssetanir, ið júst hava til endamáls at tryggja, at umsøkjarar kunnu vera vís í, at setanin er farin fram á rættan og rættvísan hátt. Kringvarpið fylgir sjálvandi starvsfólkapolitikki landsins.

Í sambandi við allar starvssetanir er soleiðis galdandi, at gegnisspurningurin er væl og virðiliga viðgjørdur, soleiðis at starvsfólk við tøttum bondum til starvsumsøkjarar ikki eru við í setanarbólki ella -tilgongd í heila tikið.

Eisini framyvir fer starvsfólkapolitikkur landsins at vera fylgdur í Kringvarpinum.

Í leiðsluni eru vit sera tilvitaði um, at føroyska samfelagið setir høg krøv til integritet og trúvirði okkara sum stovnur og starvsfólk, ið vit til eina og hvørja tíð skulu liva upp til.

Og tað vil eg sum kringvarpsstjóri hava sum evsta mál at tryggja.  

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo