Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið førir politikk og noktar Framtakinum við til almennan pallborðsfund í Smæruni, har hinir formenninir í politisku flokkunum fara at kjakast.
 
Starvsmannafelagið boðar í tíðindaskrivi frá at leygardagin skulu "formenninir í politisku flokkunum í ein tíma fara at kjakast um tvey aktuell arbeiðsmarknaðarmál."

Men Starvsmannafelagið hevur boðað Framtakinum frá, at teir ikki eru vælkomnir og noktar Framtakinum við.

Hví vil Starvsmannafelagið ikki loyva Framtakinum við? Sum ein flokkur, ið stillar upp til løgtingið, hava vit líka góðan rætt til orðanna sum aðrir flokkar. 

Við umleið 2000 limum trýr man, at Starvsmannafelagið er ópolitiskt og bjóða øllum meiningum framat?

Vit halda ikki, tað er rætt av Starvsmannafelagnum at útihýsa okkum frá almenna kjakinum, og mótmæla vit hesari politisku avgerðini hjá Starvsmannafelagnum.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo