Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

OILWIND í Miðvági sóknast eftir maskinsmiðum at seta í starv beinanvegin.

Arbeiðið snýr seg um alt vanligt maskin- og smiðjuarbeiði umframt at fleiri verkætlanir skulu setast í gongd í næstum, har møguleiki verður hjá tær at taka við ábyrgd og verða avbjóðaður í tínum fakligum kunnleika og evnum.

Tað er væntað av tær, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at samstarvast við arbeiðsfelagar, og at tú ert hugaður at koma við tínum íkasti til hvussu viðurskiftini skulu skipast.

Um tú ert raskur og áræðin og hevur hug saman við okkum at byggja nakað spennandi upp, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Tú kanst ringja til undirritaða á 525354 ella við at skriva á agnar@oilwind.fo fyri at hoyra meira.

Agnar Falkvard Joensen
Verkætlanarleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann