Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

- Tað er ein gegnistrupulleiki, um Heðin Mortensen, borgarstjóri, og dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Mortensen, ÍSF forseti, skriva undir avtalur vegna Tórshavnar kommunu og ÍSF.

- Tí mugu onnur skriva undir fyri ÍSF. Tað heldur trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, nú ÍSF og Tórshavnar kommuna samskifta um nýtt høvussæti til ÍSF, skrivar Kringvarpið á síni heimasíðu.

Men sambært starvsnevnadrliminum í ÍSF, Schandorff Vang, sum var á fundinum, so er hetta als ikki nakar trupulleiki, tí Jón Hestoy hevur luttikið á fundinum sum varaforseti í ÍSF fyri forsetan Elin Heðinsdóttir Mortensen.

Tað skrivar hann í eini Facebook viðmerking:

- Eg kann bara siga, at aktuelt/tíðinda leiðarin Liljan Weihe eigur at taka ábyrgd av hasum svansinum borðreitt verður við.

- Sum Sofus Debes Johannesen longu hevur sagt, so var Elin ikki við til handan fundin, sum Býráðið og ÍSF høvdu. Eg var við sum sjálvur fjórði starvsnevndarlimir í ÍSF.

- Um KvF hevði spurt onkran av teimum, sum luttóku á fundinum, so vóru eingi skitin “tíðindi”. Tey kundu heldur fingið eini góð gleðilig tíðindi – men tað er sjálvandi ikki borðbært í almenna miðlinum KvF.

- Gevi Sofus rætt – hetta er bert fyri a svína ávísar persónar út. Virkar sum, at man í nærum hvørjum einasta tíðindastubba skal gera alt til gølu, skrivar Schandorff Vang.

Les aðrar viðmerkingar - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo