Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Oljufelagið hjá norska statinum fer at brúka útivið 50 milliardir norskar krónur til útbyggingar av Johan Castberg feltinum í Barentshavinum, skrivar NRK.

Á landsplani verða umleið 1700 nýggj arbeiðspláss skapt, harav tey 500 í Norðurnoregi.

Statoil fer at leggja fram ætlanirnar á einum fundi á Melkøya uttanfyri Hammerfest. Til ber at fylgja við beinleiðis stroyming av fundinum á síðuni hjá NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo