Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Eldásetingin á yvir 80 bilar ymsastaðni í Svøríki kemur mitt undir fyrireikingunum til svenska valstríðið, og í formansrundini í svenska sjónvarpinum í gjárkvøldið var Løfven rættiliga fortørnaður. skrivar NRK.

Svenski forsætisráðharrin er endurgivin fyri at siga:

– Eg eri skikkiliga forbannaður. Og mín spurningur til teir sum gera hetta er: «Hvat fanin er tað tit gera?» Tit oyðileggja bæði fyri tykkum sjálvar, fyri tykkara foreldur, fyri alt íbúðarøkið og grannarnar. Samfelagið fer at berja slíkan ólevnað niður.

Eisini formaðurin í Moderaterna, Ulf Kristersson, reagerar upp á nógvu bileldarnar í Svøríki.

– Hetta er ikki «protestir», hetta er sabotasja. Í veruleikanum hevur Svøríki góðtikið slíkt alt ov leingi. Nú má tað fáa ein enda, skrivar hann á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo