Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Politiið hevur avbyrgt eitt øki kring býráðshúsið í svenska býnum Landskrona, eftir at ein sterk spreinging seint í gjárkvøldið skakaði býin.

Enn er onki frætt um fólkaskaða eftir spreingingina, og ongin er enn handtikin, skrivar svenska tíðindastovan TT, sum verður endurgivin av fleiri miðlum.

Landskrona er fleiri ferðir áður í summar raktur av líknandi hendingum, og politiið heldur, tað eru kriminell harkalið sum royna at beina fyri kappingarneytum við at leggja spreingievni har, sum tey møguliga kunnu hugsast at vera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo