Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester City avgreiddi í kvøld sína skyldu í toppinum av Premier League og vann 3-1 á heimavølli ímóti Watford.

Harvið leggur liðið trýst á Liverpool, sum í morgin skal spæla á heimavølli ímóti Burnley.

City hevur nú 74 stig fyri 30 dystir á 1. plássinum í Premier League, meðan Liverpool hevur 70 stig fyri 29 dystir á 2. plássinum.

Raheem Sterling var dagsins leikari hjá City. Hann skjeyt øll trý málini hjá teimum ljósabláu, og komu tey øll tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki.

Watford minkaði um munin til 3-1 við máli frá Gerard Deulofeu í 66. minutti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo