Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Badmintonhøllin í Klaksvík, er nú klár til til hálvfinalu-brakið leygardagin, tá 4 hálvfinalurnar verða leiktar í hesi røð:

Kl. 13.00 MM Mjølnir - SÍ
Kl. 15.00 MK SÍ - KÍF
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir

Fólk hava í allan dag arbeitt við at leggja Taraflexgólvið á, eina og annað arbeiði er gjørt runt vøllin, so høllin er ikki at kenna aftur.

FM 1 sigur beinleiðis frá dystunum og byrjar at senda frá klokkan 12,00 (leinkja á www.miðlar.fo) , eins og KVF stroymir allar dystirnar beinleiðis – leinkja sæst til hetta á www.kvf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo