Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Við støði í støðuni í landskappingini, er eingin ivi um, at Mjølnir er favorittur til at vinna steypafinaluna móti Fleyr leygardagin. Fyrst og fremst tí Mjølnir higartil í ár hevur verið nógv tað stinnasta liðið í kappingini, og so hava teir ikki tapt ein einasta dyst

Vit skulu helst heilt aftur til fyrstu steypafinaluna av tí slagnum, sum vit kenna tær í dag, fyri at finna ein líka stóran favoritt, sum vit hava í hesari steypafinaluni.

Í 1999 gjørdi Flogbóltssamband Føroya av at byrja aftur við almennu steypakappingini, sum hevði verið burtur í nógv ár. Og heldur enn at byrja í smáum, valdi Flogbóltssambandi at sláa alt stórt upp, við góðum kørmum í høllini á Hálsi.

Mjølnir tók øll á bóli
Tað vóru somu lið, sum leiktu mansfinaluna í 2000, Mjølnir og Fleyr, men ta ferðina var styrkilutfallið øðrvísi. Fleyr hevði eitt ómetaliga sterkt lið, sum meira ella minni ruddaði borðið í landskappningini, ella tað hevði liðið í øllum førum gjørt fram til steypafinaluna.

Tí vóru øll samd um, at Fleyr ivaleyst fór at vinna hesa fyrstu steypafinaluna ímóti Mjølnir, tí munurin millum liðini var ov stórur.

Finalan var tá spæld eftir Nordic Score-skipanini, har vinnarin skuldi vinna tveir hálvleikir, ella ein hálvleik og so tann endaliga javnbrótaran. Tann skipanin kundi so hava við sær, at eitt lið við at vinna eitt sett av fýra kundi vinna finaluna, bara um man vann teir báðar javnbrótararnar, sum hingu uppi í.

Og tað var akkurát tað, sum Mjølnir gjørdi. Teir vunnu akkurát tað, sum teir skuldu vinna, og tóku tí øll á bólki og vunnu ta fyrstu føroysku steypafinaluna í flogbólti í nýggjari tíð.

Minni sannlíkt
Hóast tað var lítið sannlíkt tá, at Mjølnir fór at gera tað, sum liðið gjørdi, er uppaftur minni sannlíkt, at Fleyr fer at gera tað sama í ár.

Kappingin líkist annars henni í 2000, bara við øvutum fortekni.

Mjølnir hevur í ár verið so suverent, at tað er eingin ivi um, at klaksvíkingar ikki bara eru favorittar til sigurin. Teir eru so stórir favorittar, at vit sum sagt skulu heilt aftur til fyrstu steypfinaluna fyri at finna okkurt sum líkist.

Spurningurin er so, um Fleyr hesaferð kann gera tað, sum Mjølnir gjørdi í 2000. Um havnarmenn kunnu gera ein Mjølnir.

Tann spurningurin er sjálvandi altíð opin, tí ein finala er ein øðrvísi dystur, og satt at siga er hetta møguleikin hjá Fleyr at fáa annað enn silvur burtur úr hesum kappingarárinum.

Hinvegin er ivasamt, um Mjølnir er í einum slíkum standi, at teir lata tað henda.

Nógv tað sterkasta liðið
Higartil hevur kappingin háttað seg so, at Mjølnir sum sagt hevur vunnið allar sínar dystir, men tað er ikki bara tað. Mjølnir hevur vunnið allar sínar dystir 3-0 ella 3-1, og hevur bara tapt fýra sett í hesum kappingarárinum.

Hinumegin stendur eitt lið, sum í landskappingini bara hevur vunnið tríggjar dystir í ár.

Tað kann virka eitt sindur løgið, at eitt slíkt lið er so frammarlaga, at tað er við í kappingini um at koma í FM-finaluna, men tað sigur eitt sindur um, hvussu javnt tað er millum hini trý liðini í kappingini – og hvussu stórur munurin upp til Mjølnir í roynd og veru er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo