At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Fimleikasambandið: Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið. 

Leygardagin 15. februar verður 1. steypakapping og sunnudagin 16 februar verður 2. steypakapping.  

79 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 40 dreingir / menn og 39 gentur / kvinnur. Hesi eru frá Støkk, Ljósinum og HF.

Skráin leygardagin:

kl 10.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir

Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin:

Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck

Kappinging verður stroymd umvegis facebook/føroyafimleikasamband.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo