Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Vinna

Eftir fimm ár sum nevndarforkvinna í BankNordik hevur Stine Bosse nú avgjørt ikki at stilla upp á aðalfundinum tann 26. mars.

Tí boðar bankin frá í morgun.

- Bankakundarnir í bæði Føroyum, Danmark og Grønlandi eru nøgdari í dag enn tá ið eg tók við sum nevndarforkvinna, eins og trivnaðurin hjá starvsfólkunum er lyftur munandi, sigur Stine Bosse í fráboðanini.

- Eg havi nú avgjørt at tíðin er komin at takka fyri tíðina sum nevndarforkvinna í bankanum og hyggja aðrar vegir, sigur nevndarforkvinnan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo