Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Onnur tíðindi

George Clooney eggjar til boykott av níggju luksushotellum, íroknað Dorchester á Park Lane í London, fyri sítt samband við Brunei, sum ætlar at seta í gildi deyðarevsing við steining av samkyndum og fyri ótrúskap frá í komandi viku.

- Hvørja ferð vit gista, hava fundir ella eta á einum av hesum níggju hotellunum, so koyra vit pengar beinleiðis í lummarnar hjá monnum sum ætla sær at steina til deyða sínar egnu íbúgvar tí teir eru samkyndir ella fyri ótrúskap, sigur Clooney sambært The Guardian.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo