At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Stórtíðindi

Mynd av Huawei stjóranum á eini Huawei teldu í einum Huawei handli í Beijing.

Ein av stjórunum í risastóru kinesisku fyritøkuni Huawei, Meng Wanzhou, er handtikin í Kanada. Helst verður hon útflýggjað til USA, har myndugleikar og politikarar á hægsta stigi hava sagt seg stúra fyri møguleikanum hjá Kina at njósnast ígjøgnum kunningartøkni sum Huawei framleiðir og selur í vesturheiminum.

Tað skrivar kanadiski miðilin The Globe and Mail.

Meng Wanzhou gjørdist fíggjarstjóri í Huawei í 1993 og hon er eisini varalimur í nevndini.

Kinesiska sendistovan í Kanada hevur sagt, at talan er um ein stóran feil at handtaka Meng Wanzhou, og hevur biðið um at hon verður leyslatin alt fyri eitt.

Í USA hava fleiri fegnast, eitt nú republikanski senatorurin Ben Sasse.

- Viðhvørt er aggressiónin frá kinesiska stýrinum púra eyðsæð, aðrar tíðir brúka tey sonevndar privatar fyritøkur sum tey "liggja í skeið" við, til at krógva seg aftanfyri, segði hann við CNN.

Huawei er eisini áhugavert í Føroyum. Føroya Tele er í tøttum samstarvi við Huawei um at veita sonevnda 5G tøkni til føroyingar í næstum. Harumframt hava Føroya Tele og Huawei eisini samstarv á øðrum økjum.

Í USA hevur fyrtøkan leingi verið undir støðugum og vaksandi eftirliti seinnu árini, tí álitið á henni er so lítið.

Hvítu Húsini í Washington hava higartil ikki gjørt viðmerkingar til handtøkuna av Huawei stjóranum.

Kina og USA hava leingi runnið kapp í stríðnum at gerast fremsta háteknologiska heimsveldi, eitt stríð sum í seinastuni hevur fingið politiskar undirtónar.

Herfyri noktaðu amerikanskir myndugleikar fyri, at ein fyritøka í Singapor kundi keypa amerikanska framleiðaran av teldumprosessarum, Qualcomm, fyri nærum 800 milliónir krónur. Myndugleikarnir hildu, at sølan fór at geva Kina, og serliga Huawei, stórar fyrimunir í kapprenningini at vera framst innan 5G tøkni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo