Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Tekstlýsingar

Starvið sum stjóri á Havstovuni verður við hesum lýst leyst at søkja.

Ábyrgdarøki
Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga virksemi stovnsins.

Havstovan umsitur virksemi, ið hevur til endamáls at savna inn vitan, at granska, at miðla og ráðgeva um livandi tilfeingi í havinum og tess umhvørvi við skilagóðari gagnnýtslu fyri eyga.

Ítøkilig og nýggj ábyrgdarøki, ið eru fyri framman, eru uppgávur viðvíkjandi bygging og rakstri av nýggjum rannsóknarskipi og menning av øllum virksemi í hesum sambandi. Við atliti at nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi skulu nýggjar mannagongdir mennast innan ráðgeving og umsitingarætlanir.

Høvuðsuppgávur

• At seta meginsetningar fyri stovnin, sjálvstøðugt ella í samstarvi við Fiskimálaráðið.

• At leiða og samskipa alt arbeiðið á stovninum í sambandi við vísindaliga ráðgeving, kanningar, gransking og verkætlanir.

• At tryggja, at arbeiðið á stovninum eisini verður samskipað í altjóða samstarvi, tá tørvur ella møguleiki er fyri tí.

• At umboða stovnin alment í Føroyum og altjóða, eins og at samskifta við myndugleikar, vinnu- og granskingarumboð, yrkisbólkar og einstaklingar.

• At hava ábyrgd av fíggjarstýring, at fáa fígging til vega, og at játtanir verða hildnar.

Almenn førleikakrøv

• Útbúgving frá lærdum háskúla.

• Starvsroyndir, kunnleika og royndir annars, ið kunnu setast í samband við starvið og virkisøkið á stovninum.

• Stjórin skal hava góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við myndugleikar,  felagsskapir og einstaklingar.

• Stjórin skal hava evni at taka ímóti stórum avbjóðingum, bróta uppúr nýggjum, men eisini leggja arbeiðið á stovninum í skipaða legu.

• Førleikakrøv í síni heild, ið annars kunnu setast í samband við stovnin, ábyrgdarøkið og høvuðsuppgávurnar.

Setanartreytir
Starvið verður áramálssett og verður lønt ájavnt við 38. lønarflokk hjá Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hin stjórnarráðini.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli verður send til Fiskimálaráðið, postrúm 347, FO-110 Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo og skal vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018, kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, á telefon 55 32 11, ella Hera Joensen, fíggjar- og starvsfólkaleiðara, á telefon 55 32 12.

Havstovan er vísindastovnur undir Fiskimálaráðnum. Havstovan skal millum annað gera kanningar av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi í føroyskum sjógvi, eins og á havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál. Stovnurin kunnar landsins myndugleikar og almenning um granskingarúrslit, eins og stovnurin ráðgevur myndugleikum um livandi havtilfeingið við skilabestu gagnnýtslu fyri eyga. Á Havstovuni starvast umleið 40 fólk, 28 eru knýtt at sjálvum stovninum og 12 at rannsóknarskipinum Magnus Heinason. Stovnurin skipar partar av granskingini um leyst atknýttar granskarar. Sí annars heimasíðu stovnsins www.hav.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo