Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Landsbanki Føroya leitar eftir stjóra, sum saman við nevnd bankans skal mynda og menna stovnin í uppgávu síni at tryggja fíggjarligt støðufesti.

Stjórin hevur ein avgerandi leiklut í arbeiðinum at leiða nýskipaða Landsbanka Føroya og gera hann til ein fakliga dyggan og týðandi búskaparligan leikara í føroyska samfelagnum.

Tí er neyðugt, at stjórin støðugt fylgir búskapar­gongdini, og at hann megnar at skapa eitt gott og virki arbeiðspláss við týðiligum virðum, og sum hevur dirvi at taka neyðugar og rættstundis avgerðir á dyggum fakligum grundarlagi. Eisini skal stjórin á ein professionellan og fólksligan hátt umboða bankan og miðla vitanina, ið stovnurin framleiðir, til Føroya fólk, myndugleikar og politisku skipanina.

Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein stjóra, sum hevur útbúgving innan búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving á master/kandidatstigi, og sum hevur góðar leiðsluførleikar og viðkomandi starvs­royndir, umframt vitan um føroyska búskapin og fíggjargeiran. Harafturat skal stjórin hava evni og tev fyri at samskifta.

Starvskarmar og starvsinnihald
Stjórin skal við støði í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð millum annað tryggja, at Landsbankin:

  • Fyrisitur gjaldføris­ og skuldarviðurskifti landsins
  • Ger íløgustrategi, sum landsumsitingin skal fylgja
  • Fyrisitur lántøku og hevur dagliga láns­umsiting um hendi, til hetta hoyrir tað at gera kunningartilfar til íleggjarar
  • Umsitur ogn og skuld landsins
  • Gevur myndugleikum og politisku skipanini ráð í fíggjarligum viðurskiftum
  • Hevur eftirlit og ger greiningar av búskaparligum viðurskiftum við serligum atliti at váðum í fíggjarkervinum og tí parti av búskapinum, ið ávirkar fíggjarliga støðufestið í síni heild
  • Savnar, viðger og almannakunnger hagtøl á virkisøkinum

Stjórin í Landsbanka Føroya er formaður í Føroya váðaráði og hevur skrivstovu ráðsins um hendi. Landsbanki Føroya umsitur eisini Búskapargrunnin og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar
hjá stjóranum eru lýst greiniligari í starvs­ og persónsprofili, sum fæst við at venda sær til ráðgevingarfyritøkuna, Metis, á teldupostadressuni ingibjorg(at)metis.fo ella á telefon 213080.

Setanarviðurskifti
Starvið sum stjóri í Landsbanka Føroya er fast starv. Starvið er flokkað í lønarflokki 39 sambært sáttmála millum Tænastumannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið uttan tó at vera tænastumannastarv.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Starvið verður sett, tá rætti umsøkjarin er funnin.

Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við: Tummas Eliasen, nevndarformann, telefon 217788, tummast(at)klaksvik.fo

Umsókn
Umsókn til starvið við CV og avritum av viðkomandi prógvum skal vera Metis í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. mai 2017 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast við teldubrævi til ingibjorg(at)metis.fo ella við vanligum brævi til:

Metis
Kovalág 9
100 Tórshavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann