Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Landsverk skal hava nýggjan stjóra at standa á odda fyri teimum 150 fólkunum, ið mynda stovnin. Sum ein hin elsti parturin av landsfyrisitingini hevur Landsverk ment góðar siðvenjur og eitt sterkt fakligt umhvørvi.

Dugnalig starvsfólk standa klár at lyfta tær uppgávur, ið Landsverk hevur; men stovninum vantar stjóran, sum við virkisfýsni og áhaldni skal ganga á odda, stýra og samskipa fjølbroyttu virkisøkini.

Kvinnan ella maðurin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til rakstur og leiðslu, og skal tora at taka við avbjóðingini at seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagsbygnað.

UM STARVIÐ
Stjórin á Landsverki vísir til aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum.

Bygnaðarliga er Landsverk skipað við stjóra, stápseind, sum er Stjórnardeild, og trimum øðrum deildum, sum eru Framleiðsludeild, Infrakervi og bygging. Í fyrsta lagi vera uppgávurnar at menna og áhaldandi tillaga stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð.

Stjórin skal, saman við leiðslu og starvsfólki stovnsins, tryggja og styrkja álitið á stovnin, innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina. Inneftir skal stjórin ganga á odda í skapanini av eini felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftum.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Vit krevja viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstig og royndir frá privata ella almenna geiranum.

Royndir og ávístur førleiki innan leiðslu og fíggjarstýring er eisini ein treyt.

LØN
Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39 lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Talan er tó ikki um tænastumannastarv.

Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika at leingja setanina í 3 ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan.

UMSÓKN
Umsóknir til starvið skulu saman við viðkomandi skjølum verða Samferðslumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2019, kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til:

Samferðslumálaráðið
Tinganes
Postrúm 64
110 Tórshavn

Ella við telduposti til: smr(at)smr.fo. Viðmerk „Stjóri til Landsverk“ á umsóknina.

SAMBAND OG UPPLÝSINGAR
Í starvs-og persónsprofili á heimasíðunum www.smr.fo og www.lv.fo stendur meira um førleikakrøv, ábyrgdir í starvinum, setanartilgongd og tíðarætlan.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu eisini seta seg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra á tlf. 558070 ella teldupostadressu runi@smr.fo.

Undir samrøðunum verður bert í avmarkaðan mun høvi at seta spurningar. Vit vísa tí eisini til heimasíðuna hjá Landsverki www.lv.fo, har fleiri viðkomandi upplýsingar eru.

Sí starvsprofil her

Síðani 1948 hevur Landsverk bygt vegir, tunlar, havnir og seinnu árini eisini bygningar til føroyska samfelagið. Við høvuðssæti mitt í hjartanum á høvuðsstaðnum, átta vegastøðum kring landið, trimum smiðjum, tveimum asfaltverkum, trimum grót- og skervverkum, einari bitumengoymslu og seks saltgoymslum, er Landsverk framvegis ein stovnur, ið er virkin um alt landið. Á Landsverki starvast 150 fólk. Stovnurin er tí millum teir størstu í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo