Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2020.

Tjóðpalsstjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningar­mesta almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska leiklist.

Førleikakrøv

Vit vænta at umsøkjarar hava:
• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir innan leiklistaliga økið
• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin
• Evnini og viljan at samstarva breitt við allar týðandi tættir í føroyska leiklista­ og mentanarumhvørvinum
• Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja Tjóðleikhúsinum

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Ingibjørg Berg, á telefon 213080 ella á ingibjorg(at)commit.fo.

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast til ingibjorg@commit.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. desember 2019 kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo