Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Vinna

Viðmerkingin hjá reiðaranum á størstu fiskivinnufyritøkuni í landinum eftir at uppskotið um sjófeingi er samtykt, er, at nú er grundarlagið broytt undir virkinum á Tvøroyri.

Tá ið VP spyr Jákup Jacobsen, reiðara, hvat viðmerking hansara er, eftir at uppskotið er samtykt, eru fyrstu orðini, at hann er málleysur.

- Vit vita ikki, hvussu verður við virkinum á Tvøroyri, um tað verður til nakað ella ikki, ella um tað fer at koyra við hálvari ferð, sigur hann.

- Vit hava lagt einar 500 milliónir í Varðan Pelagic, og við hesum uppskotinum, sum nú er samtykt, so hava vit bygt tað undir øðrum fortreytum enn teimum, sum nú eru skotnar út í kortið.

- Tað vil siga at vit hava bygt eitt ov stórt virkið, sigur Jákup Jacobsen í stuttu viðmerkingini til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo