At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Føroyska oljufelagið skal ikki gjalda eina millión í bót til Københavns Fondsbørs.

- Rætta talið er 181.108 krónur og bótin er goldin, sigur Mark T. Højgaard, sum eisini ger vart við, at stórur partur av leiðsluni í felagnum er skift út eftir brotini, sum bótin er fyri, vóru gjørd. Bótin fall í juni mánaða.

Spurdur hví Atlantic Petroleum ikki upplýsti um bótina tá sigur Mark T. Højgaard við VP, at tað var ikki mett neyðugt, tí Børsurin sjálvur kunngjørdi avgerðina.

Spurdur nær handilin við partabrøvum kann byrja aftur sigur stjórin í Atlantic Petroleum, at samskift hevur verið Nasdaq (børsin) um tað, men enn er ongin avgerð tikin.

Les eisini: Atlantic Petroleum fær risabót frá Børsinum í Keypamannahavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo