Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Donald Trump, amerikanski forsetin, fer væntandi at sláa fast seinri í kvøld, at hann viðurkennir, at Jerusalem er høvuðsstaður í Ísrael. Harumframt fer hann eftir ætlan at boða frá, at hann fer at flyta amerikonsku sendistovuna í Tel Aviv til Jerusalem.

Ætlanirnar hjá Trump eru umstríddar, og fáa tær fleiri stjórnarleiðarar, umframt sjálvasta pávan, at stúra fyri framtíðini í Miðeystri viðvíkjandi friðartilgongdini.

Harímillum hevur pávin sagt, at hann er sera stúrin, og at hann eggjar øllum til at virða status quo í Jerusalem, meðan Borin Johnson, bretski uttanríkismálaráðharrin, hevur sagt, at hann er stúrin um tað, sum hann hevur hoyrt, og at tað nú er uppá tíðina, at Trump ber fram, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at tryggja frið í Miðeystri.

Les meira um evnið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo