Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Lesarin skrivar

Hvussu nýggja stjórnarskipanaruppskotið skal virka í mun til Grundlógina, vita vit ikki, hóast uppskotið skal til fólkaatkvøðu í vár ella nær?

Rok í Tinginum
Mitt í øllum rokanum í Løgtinginum um fiskivinnunýskipanina, liggur eitt annað uppaftur týdningarmiklari mál hjá sitandi samgongu og bíðar.

Tað er uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan. Loysingarppskotið er sett uppá stand by, meðan fiskivinnunýskipanin verður tanlað og gjøgnumheglað av okkara fólkavaldu í Tinginum.

Men tak ikki feil. Samgongan hevur ikki gloymt uppskotið um nýggju stjórnarskipanina, hvat hon so enn merkir, annað enn loysing frá Danmark. Og vit kunnu vænta, at málið verður eitt hitt fyrsta, ið tikið verður fram í Løgtinginum, so skjótt jólini eru farin afturum og vit skriva 2018.

Í nógv, nógv ár, ja, longu undan 00´unum, sótu ser-útvald loysingarfólk (fleiri teirra lesandi í Danmark) í sínari frítíð og styttu sær stundir við at gera ein leist, sum skuldi liggja sum grundarlag til eina nýggja stjórnarskipan, tá loysingarfólk einaferð komu í landsstýrið.

Men hvussu er og ikki, Tjóðveldi hevði uppskotið um nýggja stjórnarskipan undir arminum á veg út í Tinganes, tá verandi politiska samgonga við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi varð skipað.

Tað bera kaos
Undir verandi samgongu, sum er ein samanflættan av Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, merkja vit ferilin av tí, sum okkum stendur í boði, tá fólkaatkvøða í vár verður um nýggju stjórnarskipanina: Nevnliga tað bera kaos.

Vit uttanfyri standandi kenna ikki smálutirnar í hesi stjórnarskipan, sum fólk skulu atkvøða um einaferð í vár - um samgongan heldur so leingi. At gera eina nýggja fólksins lóg, krevur eina fólksliga tilgongd við upplýsing, innliti og breiðari undirtøku og festi í fólkinum - henda fólksliga tilgongdin vantar og er eitt tekin um vánaligt politiskt handverk í einum so týðandi máli.

Tað, sum er komið fram alment, er ógvuliga ullint og minnir ikki sørt um ein ljósareyðan, yvirsøtan og kleprutan Candyfloss. I hvussu er, er tað tann myndin, ið málað er á vegginum, skulu vit taka tað fyri fult, sum Tjóðveldi almannakunngjørdi, tá hetta landsstýrið kom til valdið.

Í stuttum kann sigast, at tað er fullkomuliga óneyðugt at hava eina fólkaatkvøðu um eina nýggja loysingar-stjórnarskipan, eftirsum vit eru so heppin í Ríkisfelagsskapi við Danmark at hava eina fantastiska væl orðaða og vælvirkandi Grundlóg frá 1849.

Beate L. Samuelsen
Føroya Væl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo