Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Hetta er innleiðandi røða á kjakfundi um stjórnarskipan, sum valfelag Sambandsfloksins í Havn skipaði fyri mikukvøldið.

Fyrst vil eg takka valfelag Sambandsfloksins fyri at vera boðin til hetta tiltakið sum "stand in" fyri løgmann.

Men eg má eisini harta sama felag fyri at hava at hava givið tiltakinum hesa yvirskriftina: "Hví nýggja stjórnarskipan? Hví loysing?"

Sjálvt heitið tykist vera partur av teirri kampanju, sum Sambandsflokkurin hevur rulla úr farnu tíðina, og hvørs endamál er at seta spjaldrið "loysingarflokkur" á Javnaðarflokkin. Og tað bendir á, at endamálið við hesum ikki bara er upplýsing - men serliga partapolitikkur.

Tað hevði eg helst viljað lopið um, men tá nú Javnaðarflokkurin er málið hjá hesi kampanjuni, má eg siga nøkur orð um tað.

Grundin er sjálvandi, at tað gevur bara meining at vera sambandsflokkur, vissi onkur annar er loysingarflokkur. Og jú størri og fleiri loysingarflokkarnir eru - jú betri er moldin taðað fyri, at Sambandsflokkurin kann vaksa.

Men nú er tað so, at loysingin als ikki er á skrá. Á skrá er fiskivinna, pensiónir, skattur - men ikki loysing.

Tað er ein trupulleiki fyri sambandsflokkin, og tí roynir mann at skapa ein mótstøðumann, sum mann kann profilera seg í mun til.

Tí sigur kampanja Sambandsfloksins, at nú er Javnaðarflokkurin blivin loysingarflokkur. Hvør skal siga: Nú vilja øll tey, sum ikki vilja loysa, koma yvir til lista B.

Tað er tann banala - og ósakliga - grundin til, at hetta tiltakið kallast "Hví stjórnarskipan - hví loysing". Also at mann koplar hesi tingini saman.

Men hetta snýr seg altso IKKI um loysing.

Mann kundi tað sama spurt: "Hví fiskivinnuskipan - hví loysing?". Ella "Hví nýggja pensiónsskipan - hví loysing?".

Hinvegin kundi Tjóðveldisflokkurin kanska spurt: "Hví IKKI stjórnarskipan - hví skulu Føroyar aftur vera eitt danskt amt?" - Sum um tað er tað, sum Sambandsfokkurin vil. Tað hevði verið líka ósakligt.

Størst frælsi innanfyri
Í mun til Sambandsflokkin og Tjóðveldi, so tekur Javnaðarflokkurin ikki politiskt støði í tí ríkisrættarliga spurninginum.

Endamálið er, at føroyska samfelagið skal vera so trygt sum gjørligt, so ríkt sum gjørligt, so javnt sum gjørligt, so sjálvstøðugt sum gjørligt og so frælst sum gjørligt. Støðið verður altso tikið í samfelagnum og tí einstaka borgaranum - ikki í tí ríkisrættarliga karminum.

Og í løtuni heldur flokkurin, at Føroyar verða so tryggar og ríkar og javnar og frælsar sum gjørligt - í felagsskapinum. Og tí gongur flokkurin inn fyri felagsskapinum. Vissi tann dagur kemur, at flokkurin heldur málini verða best rokkin uttanfyri felagsskapin, so er tað ein onnur støða. Men har eru vit ikki í nú.

Sambandsflokkurin kemur sjálvandi í neyð av, at loysingin ikki er á skrá. Men so má hann finna uppá okkurt annað at ganga uppí. Trupulleikin verður ikki loystur av, at eitt skeivt spjaldur verður sett á Javnaðarflokkin.

Sambandskari enn danska stjórnin
Tá kampanjan frá Sambandsflokkinum hevði rullað í eina tíð, spurdi eg Lars Løkke Rasmussen hvat hann helt. Og hann sigur soleiðis í sínum svari 18. desember: "En vedtagelse og ikrafttrædelse af det foreliggende forfatningsforslag vil således ikke medføre ændringer i Færøernes forfatningsretlige stilling, herunder at Færøerne skal udtræde af rigsfællesskabet, eller i færingers retsstilling efter grundloven."

Danski forsætisráðharrin sigur altso: Go ahead!

Helst hevði Lars Løkke fegin viljað stuðlað sínum brøðraflokki í Føroyum - men í hesum føri ber tað ikki til. Í hesum føri fer Sambandsflokkurin rætt og slætt ov langt út eftir tangentunum.

Sambandsflokkurin er undir Bárði Nielsen blivin sambandskari enn sjálvt danska stjórnin. Og tá fær eingin annar verið við meir. Neyvan heldur veljararnir hjá Bárði sjálvum. Tí hetta uppskotið er altso eisini fyri teir.

Demokratisk grundregla
So er tað tann seriøsi parturin: Hví skulu hava eina stjórnarskipan ella grundlóg?

Hava vit ikki longu eina grundlóg, er tað fyrsta, nógv spyrja.

Jú. Vit hava tað donsku grundlógina. Men hvussu nógvar føroyingar kenna hana sum sítt grundleggjandi samfelags- og samleikaskjal? Hon er hvørki skrivað ella viðtikin av føroyingum - og hon sigur at kalla einki um Føroyar.

Fólkið hevur aldrin viðtikið nakra grundleggjandi lóg í Føroyum. Ikki grundlógina, ikki heimastýrislógina, ikki stýrisskipanarlógina.

Alt eru komið top-down. Myndugleikarnir hava lagt tað niður yvir fólkið.

Vissi fólki viðtekur hetta, so er tað bottom-up. Fólkið staðfestir tá seg sjálvt sum hægsti myndugleikin, sum letur løgtingi og landsstýrið nakrar heimildir at ráða sína vegna.

Er tað so ikki bara nakað sum er yvirskipað, abstrakt og filosofiskt? Lutvíst, jú. Men tað hevur týdning fyri tað. Tað er gott at knæseta ta demokratisku grundreglu, at Føroya fólk er evsti myndugleiki í Føroyum.

Men tað snýr seg eisini um heilt ítøkiliga at leggja vald frá myndugleikunum til fólkið.

Sum nú er kunnu myndugleikarnir t.d. innlima Føroyar í ES uttan fólkaatkvøðu. Tann, sum atkvøður fyri Stjórnarskipanini, sigur: Nei hinir gomlu! Fólkið skal spyrjast áðrenn so stórar avgerðir verða tiknar.

Í stjórnarskipanini áseta vit eisini grundleggjandi persónlig rættindi og skyldur. Og so samtykkja vit spælireglurnar fyri okkara egna fólkaræði. At hetta verður ásett av fólkinum hevur sjálvandi týdning.

Eitt, sum vit IKKI gera við at viðtaka hetta, er at taka nakra ítøkiliga politiska avgerð. Vit siga ikki ja ella nei til hvørki fosturtøku ella kvotuskipan. Men vit krita vøllin upp og siga: Tað er innanfyri hesar karmarnar, at tann politiski boksikampurin skal fara fram.

Vit skapa eitt felags útgangsstøði fyri okkara fólkaræðisliga orðaskifti.

1-1
Hetta má helst alt gerast í rættiliga breiðari semju. Og tað er ringt.

Føroyskur politikkur hevur altíð lyndi at enda sum eitt null-summ spæl.

Antin vinni eg og tú tapir - ella vinnur tí, og eg tapi.

Also 1-0 ella 0-1. Hetta er roynd at gera føroyskan politikk til eitt pluss-summ spæl. Also at fáa tað til at enda 1-1.

Eitt russiskt orðatak sigur, at tað viðhvørt er skilabest at fylgjast við fíggindanum um brúnna, fyri síðani at skiljast hinumegin. Altso at byrja við semjuni – og bíða við ósemjuni.

Vit hava ofta lyndi til at byrja við ósemjuni - og so fara í hvør sína grøv at rópa eftir hvørjum ørðum, so vit aldrin koma til semjuna.

Her er ætlanin at byrja við semjuni, og antin parkera ósemjuna - ella at fáa øll at geva seg so mikið, at til ber at møtast. "Politik ist die Kunst des Möglichen", segði Bismarck. Og hetta átti at borið til.

Tí ert tað ikki og skal tað ikki vera eitt samgongumál, og tí hevur løgmaður havt 17 fundir í Tinganesi vid floksformenninar áðrenn tað varð lagt fram. Eingin fær alt - men øll kunnu kenna seg aftur í tí.

Eingin kollvelting
Stóri knúturin er sjálvandi rættarstøða Føroya.

Men eru flestu føroyingar ikki samdir í, at Føroya fólk er og skal vera landsins hægsti myndugleiki?

Eru vit ikki samd um, at vit eru í ríkisfelagsskapi á hesum grundarlag?

Haldi vit ikki øll, at um og tá ein varðandi meiriluti ynskir at skipað Føroyar sum ein stat, so hava vit rætt til tað?

Og munnu ikki serliga sambandsfólk fegnast um, at lógin skal setast í verk og útinnast sambært verandi stjórnarrættarligu støðu? Altso at stjórnarskipanin ikki setir úr gildi tær avtalur, sum eru millum Føroyar og Danmark?

Tað er sjálvandi hendan ásetingin sum ger, at danska stjórnin ikki sær nakran trupulleika í hesum. Og tað átti eisini at kyrrað sambandsfólk.

Og tað er ikki óvanligt, at lond, sum ikki eru fullveldisríki, hava egna stjórnarskipan ella grundlóg - afturat ríkisgrundlógini. Tað hava bæði amerikanskir statir og týskir landapartar. Og tey hava øll nógv minni sjálvstýri enn vit.

Hetta er altso eingin revolutión. Tað snýr seg um at viðtøka nakrar grundleggjandi demokratiskar grundreglur, sum Føroya fólk ongantíð fyrr hevur viðtikið.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo