Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

At stjórnar-átøkini at hongja fleiri byrðar á herarnar á frumvinnuni,  skip og bátar, nú kennist ræðandi, fer eisini at seta síni djúpu merki á sekunderu vinnuna eitt nú sum tænastuvinnuna á landi.

Bara í Klaksvík er talið eini 200 arbeiðpláss á verkstøðum, smiðjum, skipasmiðjuarbeiði o.ø.,  sum gera tænastur fyri skip, bátar og  fiskavirkir. Hyggja vit so í Eysturoynna liggur talið helst á sama støði. 

Fiskivinnan setur nú fleiri skip á sølulistan, “tí støðan er ótrygg” siga tey!

Kanska dýrkeypt eksperiment
Arbeitt verður alt meiri við frá landsstjórnarinnar síðu at fáa ein stóran part av tilfeinginum út í eksperiment, sum eingin kennir avleiðingarnar av, men fyri flotan síggja vit tær longu,  so eru lógarfestingar soleiðis snikkaðar, at upp móti hálvari milliard krónum  umframt skatt og MVG fer úr vinuni í landskassan, sum aftur fer til almennan rakstur.

Seinast nevnda skal í landskassan, heldur enn at tær vóru brúktar til nýíløgu-møguleikar hjá verandi feløgunum og umframt, so vita vit, at “sokallaðu sterku” feløgini á sjónum, sum søguliga prógvað, kunnu gerast viðbrekin,  arbeiða dyggiliga við at víðarimenna vørur so tætt at borðinum hjá kundanum sum gjørligt. 

Her eru brúkatar tíggjutals um ikki hundraðtals milliónir, uttan at tað endaliga hevur givið serligt profit enn. – Alt hetta tekur  drúgva tíð og krevur nógvan pening.

Illa vorðið um øll feløgini vóru veik
Ein kann vera ræddur fyri, at núsitandi landsstjórn hevur ikki gjørt sær greitt, hvat vinnan og ein menning av vinnulívinum er.

Í øðrum lagi – um ikki – so kann hugsast, sum eisini fleiri ferðir hevur verið frammi, at teir halda, at virkini eru ov sterk!

Tosaði í morgun við skipara á línuskipi, sum hevur gingið væl hjá, hann tók soleiðis til: “Áttu vit ikki nakrar kapitalsterkar fiskivinnufyritøkur her (og í Eysturoynni, red), so stóð ómetaliga illa til”.

Nei, byrjanin við niðurgongdini í Eysturoynni og Klaksvík er, at við byrðunum sum longu eru lagdar á frumvinnuna, umframt vanligan skatt og MVG,  sum ikki er ov sterk frammanundan og vikna í næstu framtíð, koma tænastufyritøkur so sum smiðjur, verkstøð, skipasmiðjur, handilslívið o.a.  at verða veikar og fleiri verða niðurlagdar.

Hetta er ikki pessimima, men reinur veruleiki og dømir út frá søguligum hendingum. Soleiðis fer núverandi støða “eisini við tíðini at fella sekunderu vinnuna”!

Veit at okkurt av hesum er endurtøka, men av teirri orsøk er tað ikki minni satt og tí eigur at verða sagt aftur!

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo