Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Lesarin skrivar

Elisabeth Haraldsen, námsfrøðingur, skrivar: Fyri fáum døgum síðani gjørdi eg, vegna pápa mín og okkum avvarðandi, vart við syndarligu støðuna hjá pápa mínum.

Eind 4 í Almannaverkinum er í “industriferiu” í viku 29 -30 - 31, og tí fær pápi mín ikki tann stuðul hann hevur tørv á og rætt til.

Summarferian hjá stuðlunum er nú byrjað, og hin 28. juni 2018 fingu vit boð frá kontaktpersóninum, at lítli stuðulin hann vanliga fær, verður munandi skerdur hesa komandi tíðina.

Í útvarpinum segði Hermann Mortensen, depilsstjóri á Almannaverkinum, at tey vilja “bøta um støðuna”. Vit høvdu vón um, at pápi mín nú skuldi fáa eitt tilboð, ið er virðiligt og nøktandi - og tá hugsa vit ikki einans um í feriutíðini hjá stuðlunum.

At tvinga hann at hoyra undir Eind 4, ið er fyri “Ung og vaksin við sálarsjúku og autismu í Suðurstreymoy og Vágum”, bara tí hann býr í Vágum, er burtur úr vón og viti.

Hann átti heldur at verið í Eind 8, ið er fyri “Vaksin við sálarsjúku og seinheilaskaða”, ið harvið eisini hava ekspertisuna, ið leiðslan á Eind 4 sjálv sigur seg mangla. Við tí infrastrukturi vit hava í dag, er væl gjørligt hjá stuðli, at fáa hann til Havnar hvønn dag.

Men nei, so var ikki.

Tilboðið, ið vit fingu 11.07.18 frá Andreu Petursdóttir, leiðara á Eind 4, var soljóðandandi - les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo