Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Politikkur

- Frágreiðingin frá Landsgrannskoðaranum um byggiverkætlanina Glasir er óhugnaligur lesnaður. Verri enn nakar hevði ímyndað sær, sigur Jacob Vestergaard í viðmerking.

- Penganýtslan, sum ikki er heimilað í nakrari verklagslóg, nærkast 100 milliónum, harav størsti parturin, gott 60 milliónir eru brúktar í heimildarloysi. Pengar, sum ongin visti av, vóru brúktir, fyrrenn í januar mánaði í ár.

- Hetta er uttan iva nógv tann størsta politiska gølan í føroyskum politikki nakrantíð. Samgongan, við løgmanni á odda, hevur bara latið staðið til, hóast ávaringarnar hava verið nógvar, og billað Løgtinginum inn, at alt hevur verið í fínasta lagi.

- Henrik Old legði frá sær, áðrenn stóra meirnýtslan kom fram, meðan Rigmor Dam royndi at verða sitandi, til tað ikki bar til at skjóta skuldina fyri heimildarloysinum á øll onnur.

- Áhugavert verður at hoyra, hvørja umbering løgmaður hevur, sigur Jacob Vestergaard.

Víðari sigur tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, at tað ringasta fyri eina politiska skipan er, at tey, sum sita við ræðið, ikki liva upp til sína ábyrgd.

- Tað hava vit sæð ríkiligt av seinastu tíðina. Hetta er orsøkin til, at hvørki rakstrar- ella løgujáttanir halda.

Og Jacob Vestergaard heldur, at tað hevði verið ein lætti fyri politisku skipanina, um løgmaður tók politiska ábyrgd av sínum gerðum, og legði frá sær.

- Vit onnur mugu royna at fylgja málinum upp. Spell at ongin lurtaði eftir mongu ávaringunum, endar Jacob Vestergaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo