Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið var 51.095 tann 1. oktobur. Tað vaks við 824 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. oktobur 2017 – 1. oktobur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 255 og nettotilflyting á 569.

Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 7 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 154 størri.

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Tórshavnarøkið vaks við 2,0%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 391fólkum. Hetta er næstan helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin við  1,5%, og Norðoya og Vága sýslur við 1,3% hvør.

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 5 fólkum ella 0,4%.

Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 28 fólkum ella 0,6%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo