Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Hagstovan: Umsetningurin av “Búnýti og innbúgv” vaks við 9,5% í 1. ársfj. 2017 í mun til sama ársfjórðing í fjør, roknað í ársins prísum. Roknað í føstum prísum var vøksturin 14,3%. 

Fyri bólkin “Matur og alkoholfríar drykkjuvørur”, vaks sølan við 5,2% í ársins prísum og 3,6% í føstum prísum.

Sølan av "Klædnavørur og fótbúnað" vaks við 6,9% í ársins prísum og 6,7% í føstum prísum samanborið við 1. ársfj. 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo