Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hin høgt elskaði teksturin, ið snýr seg um hin tignarliga sannleikan í gleðiboðskapinum um Harra og Frelsara okkara ljóðar soleiðis: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

Tað finnist neyvan nakað annað so beinrakið bíbliuørindi, ið so dyggiliga tekur saman um og staðfestir endamálið við dýrabaru frelsu Guds í Soninum Jesusi Kristi og sum er galdandi fyri alla mannaættina. Hesin óvikandi sannleikin er av mongum menniskjum bæði skoðaður, vigaður og kannaður.

Upp ígjøgnum øldirnar hava menniskju glett seg og undrast á kraft Guds, sum á ein loyndarfullan hátt er innbygdur partur í hesum vælsignaða gleðiboðskapi. Tí, tá gleðiboðskapurin verður boðaður við trúgv, dirvi og gleði fær lurtarin ein náðiríkan møguleika, at hoyra orð Guds og harnæst gera eftir orðinum. Og síðan fáa vit náði til at síggja hvussu hin frelsandi kraftin í heimsins besta og glaðasta boðskapi virkar í okkum.

Talan er um ein framúrskarandi boðskap um syndafyrigeving, náði og frið, ið fullkomiliga pakkar upp hina himmalsku troyst um loysigjald okkara í Kristi Jesusi. Ein ómetaligur gleðiboðskapur, sum heilt einfalt er ótømandi, við tað, at allir guddómligir sannleikar møtast og kyssast í honum. Jesus er sjálvsagt hjarta og sál í gleðiboðskapinum, ið avdúkar náði og sannleika Guds. Ja, Jesus er tann einasti, ið er skikkaður at verða berari av náði og sannleika Guds. Tað er ovurstórt.

Eftir at hava livað í 44 ár og sæð hvussu illa syndin er farin við menniskjum í hesum falna heimi og at menniskjan veruliga fer fortapt, uttan Kristus. So hugsi eg fylgjandi: Hvør er nú hesin Jesus, ið elskar hesa avtoftaðu og syndafullu ætt so nógv, at Hann valdi at verða menniskja – ein av okkara, tó uttan synd. Eg havi tíverri ikki førleikar til at lýsa hendan sannleikan við. Men eg havi roynt hetta, at tann sum tráar eftir at síggja ígjøgnum kærleiksfullu eygu Guds, fær sanniliga náði til at síggja ljós heimsins t.e. Jesus Kristus – halleluja!

Kæri vinur, Jóh. 3, 16 hvílir í sær sjálvum og er ein fullkomin tekstur til okkum syndigu menniskju. Tískil fari eg at heita á teg, um at lesa henda heilaga tekst við eygunum hjá Gudi. Áheitanin í tekstinum til tygara sær soleiðis út í rættvísu eygum Hansara: “Tí, hvør tann, ið trýr á JESUS, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

Lova og prísa veri Jesu navn í aldur og allar ævir. Amen!

Kærar heilsur Ragnar Ludvig

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo