Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

B36: Tilmeldingin til Føroya størsta fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup, byrjaði í fyri einari tíð síðani og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan higartil hevur verið sera góð.

Fleiri enn 25 lið hava longu skrásett seg til fótbóltskappingina í summar, har onkur av teimum eisini eru útlendsk.

- Vit fegnast um, at lið longu hava skrásett seg, sigur Andrass Thomsen fyriskipari. Hann leggur aftrat, at hann vónar, at tað koma vera met nógv lið við í kappingini í ár.

Tilmeldingin heldur tó fram til juni mánað, so enn er góð tíð hjá teimum, ið ynskja luttaka. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo