Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Økið eystan fyri Dalin Langa í Hoyvík varð í kommunuætlanini frá 2014 lagt út sum møguligt býarvakstrarøki í Hoyvík. Nú verður útstykking gjørd á hesum sama øki, ein øðrvísi útstykking við blandaðum bústøðum. Dalurin Langi við Myllutjørn er friðað øki, nýggi býlingurin liggur millum dalin vestanfyri og lendisfallið eystanfyri.

SNA Arkitektar hava gjørt eitt uppskot til skipan av økinum. Lagt er upp til klingrubygging í trimum fríttliggjandi eindum, har lagt verður upp fyri, at upprunalendið verður varðveitt og gerst ein stórur partur av býlinginum.

Eindirnar verða bundnar saman við eini vegaskipan við parkering, og eitt øki til felagsparkering er staðsett við innkoyringina til býlingin úr Klingruni. Ein gøtuskipan, ið knýtir seg á verandi lendisgøtuskipan, bindur somuleiðis alt økið saman, so tað framhaldandi verður trygt hjá fólki til gongu.

Allar bústaðareindirnar fáa útsýni antin út á fjørðin ella móti vakra landslagnum í dalinum, umframt at allar bústaðareindirnar fáa eina síðu við lívd og nærleika. Í miðjuni á hvørjum klingruskapi eru hægri punkthús við íbúðum, har mestsum øll síggja uppum raðhúsini.

Klingruskapini við raðhúsunum eru náttúrliga staðsett í mun til lendið, soleiðis at innara landslagsrúmið liggur hægri, og er tað á hesum hálendinum, at parkeringin er staðsett inni undir langum flagtekjum. Lendið er avmarkað, og tí er alneyðugt at hugsa burðardygt í øllum viðurskiftum.

Tekniski stjórin og býararkitekturin hava mælt til at heimila umsitingini at innheinta tilboð frá ráðgevum uppá projektering av byggistigi 1 og at fara í samstarv við Bústaðir um byggistig 3, við tí endamáli at selja økið til Bústaðir at byggja íbúðir á, og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin samtyktu at taka undir við tilmælinum fyri 14 døgum síðan. Hetta mál og broyting av byggisamtyktini fyri økið koma fyri býráðið nú hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo