Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Rógvisesongin er av millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn, men samanhaldið og felagssangur koyrir enn.

Eisini rógva tey hvørt vikuskifti um veturin.

Róðrarfelagið í Nordhavn Tvørabáturin skipar aftur fyri stórari veitslu í Føroyahúsinum leygarkvøldið 31. oktobur 2015.

Hesaferð eisini við livandi tónleiki.

Dyrnar lata upp kl 18 við durasnapsi og garderobu á 1. hædd. Kl 19 verður farið til borðs í stóra salinum, har forrættur stendur klárur - rækjubland og flutes við smør.

Høvðusrættur verður sami forkunnugur matur eins og í fjør. Omaná er heimagjørd trifla við kaffi/te.

Undir borðhaldinum verður góður felagssangur, snapsur, røður, skemt og søla av lutaseðlum við forkunnugum vinningum.

Yvir 50 gestir hava longu teknað seg til gildið.

Frá kl 23 og út á náttina syngja og spæla Dagfinn og Jógvan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo