Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Vinna

Ein nøgd Linda Björk Gunnlaugsdóttir, stjóri í Smyril Line Ísland og ein nøgdur Elliði Vignisson, borgarstjóri í Þorlákshöfn nú eitt flutningsskip er komið afturat at sigla frá Þorlákshöfn

Føroyska sendistovan í Íslandi: MS Mykines byrjaði siglingarleiðina Þorlákshöfn – Rotterdam – Tórshavn – Þorlákshöfn fyri skjótt 3 árum síðan.

Einki millumlanda flutningssamband var í Þorlákshöfn áðrenn Smyrilline byrjaði hesa rutu. Men henda leið hevur fingið góða undirtøku í Íslandi, og nú er næsta flutningsskipið hjá Smyri Line komið í flotan og hevur fingið navnið Akranes.

MS Akranes siglir leiðina Þorlákshöfn – Hirtshals – Tórshavn – Þorlákshöfn.

Elliði Vignisson, borgarstjóri í Þorlákshöfn, sigur, at í dag er Þorlákshöfn ein av høvuðshavnum landsins, tá ræður um inn- og innflutning. Upp á stutta tíð hevur Þorlákshöfn ment seg frá at vera ein fiskihavn til eina inn- og útflutningshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo