Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

19 ára gamla Manchester United-stjørnan Anthony Martial hevði neyvan droymt um at fingið eina so góða byrjan sum hann hevur fingið í síni Manchester United-karrieru higartil.

Í ligacup-dystinum móti Ipswich í kvøld var navnið á talentinum aftur at síggja á skoringslistanum hjá MU.

Martial skoraði seinasta málið í 3-0-sigrinum yvir Ipswich. Og aftur í kvøld vísti Martial at hann er ísakaldur, tá ið hann setur bóltin trygt í netið.

Sostatt hevur stjørnan Martial skorað fýra mál í fýra dystum síðani hann kom úr Monaco fyri kanska góðar 700 milliónir krónur.

Her eru málini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo